Havstovan: Áhugavert, at makrelurin á Vágsfirði var fullur av brislingi

brislingur-23feb-2015Havstovan-3mars2015

Tíðliga í heyst fiskaðu børn úr Frítíðarskúlanum í Vági nakrar makrelar, sum vórðu sendir norður á Havstovuna til kanningar. Nú er makrelurin kannaður og
frágreiðing send børnunum.

Hetta skrivar Dennis Holm tann 25. oktober 2011 14:48 á Suðuroyarportalurin. Vit endurgeva greinina her. Eisini er ein onnur grein ið vísir á, at nógvur brislingur eisini var á Vágsfirði februar 2015.

Kanningarnar hjá Havstovuni staðfesta, at makrelurin hevur etið stórar nøgdir av brislingi. Onkur makrelur, sum børnini í Frítíðarskúlanum í Vági fiskaðu heili tjúgu brislingar í maganum.

Greinin á Suðuroyrportalinum kann eisini lesast her

Børn í Frítíðarskúlanum fiska makrelKanningarnar hjá Havstovuni staðfesta, at makrelurin hevur etið stórar nøgdir av brislingi – og sigur Havstovan verða sera áhugavert, tí makrelur etur vanliga djóraæti, ið er so lítið, at tað næstan ikki sæst við berum eygum. Brislingur er fleiri ferðir størri enn djóraæti, men hóast hetta, so hevði onkur makrelur, sum børnini í Frítíðarskúlanum í Vági fiskaðu heili tjúgu brislingar í maganum.
Makrelurin, sum børnini fiskaðu, var annars millum 5 og 9 ára gamal og talan var bæði um hann (sil) og hon (rogn) fisk.

Á Uppisjóvardeildini hjá Havstovuni takka tey børnunum í Frítíðarskúlanum í Vági fyri at tey hava hjálpt til at fáa Havstovuni hesa sera áhugaverdu vitan um makrelin á Vágsfirði.

Frágreiðingin frá Uppisjóvardeildini á Havstovuni kann lesast her.

Kelda: suðurras.fo

————————————————————————————-

Brislingur á Vágsfirði 2015

Mánadagin 23. februar 2015 frætti Havstovan umvegis sosialu miðlarnar, at torvur, sum líktust brislingi vóru sæddar á Vágsfirði. Men eftir støddini at døma, kundi talan eisini vera um smásild. Eftir hesum torvum fylgdi stórseiður, sum royndi at eta burturav, men fiskarnir vóru ov stórir, og seiðurin svam tí við hálvum fiskum stingandi úr kjaftinum. Tá tað fjaraði, lógu fiskar eftir í dekkunum á bryggjuni, so tættar og stórar vóru torvurnar.

brislingur-23feb-2015Havstovan-3mars2015

Hetta helt Havstovan vera sera áhugavert at kanna, og tí spurdu vit heimildarmannin, Hans J. í Líðini, um hann kundi bera so í bandi, at vit fingu nakrar fiskar norður á Havstovuna at kanna. Størsti spenningurin var um, um talan var um sild, tí t.d. í 2009 tyktist rímuliga nógv at vera komið undan av sild við Føroyar – og neyðugt er at fylgja við, um okkurt slíkt fer at endurtaka seg.

Eisini fingu vit nakrar av seiðamagunum á Havstovuna at kanna. Allir høvdu roðslu í maganum, og tveir høvdu petti av fiski, sum sá út til at vera av brislingi. Hetta samsvarar væl við eygleiðingina, vit frættu um, at seiðurin ikki fekk svølgt fiskin.

Fimm fiskar komu á Havstovuna, og vórðu síðani kannaðir. Talan var um brisling. Sild og brislingur eru rættuliga lík í útsjónd, men tvey høvuðseyðkenni eru at skilja millum sild og brisling. Týðuligasta eyðkennið er, at brislingur hevur hvast kjalarskrubb, sum hakar í, tá strokið verður frameftir. Hitt eyðkennið er, at búkfjaðrarnar hjá brislingi hava 7 (hægst 8) teinar, meðan sildin hevur 9. Teinarnir eru beinstruktururin, sum er í fjaðrunum.

Brislingarnir vóru millum 13 og 15 cm til longdar og 2-4 ára gamlir. Aldurslesingin skal takast við fyrivarni, av tí at vit ikki hava royndir av at lesa aldur á brislingi. Teir vóru nakað áleiðis í kynsbúning og skuldu gýtt seinni í ár. Eisini var hugt í magarnar á brislingunum. Nakað av ungum gjari (livir uppi í sjónum fyrstu tíðina) var funnið og okkurt einstakt lítið krabbadjór.

Brislingur er undir Føroyum, men Havstovan hevur ikki gjørt regluligar kanningar av brislingi, og tískil vita vit lítið um brisling við Føroyar.

Kelda: Havstovan 3 mars 2015

 






Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*