Feløg í botnfiskaveiðuni fyri mismuni

Jakup-B

Við førda fiskivinnupolitikkinum verður stórur munur gjørdur á feløgum, ið reka fiskiveiðu. Tey feløg, ið hava bestu rættindini, fáa enn betur rættindi útlutað. Somuleiðis fáa feløg, ið ikki hava tilknýtið til føroyagrunnin, stór og nýggj rættindi útlutað. Samstundis verða onnur feløg, ið eru í kreppu, áhaldandi skerd uttan at fáa munagóð rættindi. Tíðindaskriv frá Felagnum Línuskip

faktaboks-felagið-LínuskipVit í Felagnum Línuskip hava eitt ávíst forstáilsi fyri, at dagar ella kvotur lækka, tá stovnarnir eru lívfrøðiliga illa fyri. Men tá nýggj rættindi samstundis verða útlutað undir Føroyum, og vit ikki eru partur av hesum, so er torført at síggja tað lógliga, sakliga og viðkomandi í hesum avgerðum.

Reiðarafelagið fór í 2008-2009 saman við Fiskimálaráðnum undir at fáa Føroyum nýggj rættindi, tí teir kendu truplu støðuna hjá botnfiskaflotanum. Tað var ætlanin, at allur heimaflotanum skuldi fáa betur rakstur og lønsemi við nýggjum rættindum.

Samstundis sum feløg, ið reka botnfiskaveiðu, eru í kreppu, síggja vit eitt met stórt fiskatilfeingi við Føroyar. Sostatt skuldi verið lætt at gera tillagingar soleiðis, at øll feløg innan fiskivinnu, fáa betri umstøður at virka undir.

Heimildin er í lógini um vinnuliga fiskivinnu, brot úr § 21:

”Veiða úr stovnum, ið ikki koma undir kvotu- ella fiskidagaskipan … Stk. 2. Tá loyvi verður givið til veiði sambært stk. 1, kann landsstýrismaðurin leggja dent á m.a. at bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum.”

Landið má ásanna tann nýggja veruleikan, at tað er lítil og eingin botnfiskur undir Føroyum, tí ber ikki til at seigpína feløg og biðja okkum dríva á at fiska nakað, sum enn ikki er til. Samstundis loyvir landið einum nýggjum flota at taka seg upp við Føroyar.

Bland komu í hugtøkini

Tað eru feløg, ið fáa fiskirættindi og ikki skip. Tí er bland komið í hugtøkini í politisku skipanini. Tað ber ikki til bara at taka rættindi frá ávísum feløgum, ið hava høvðusrættindi á føroyagrunninum og lúta út nýggj rættindi til feløg, ið aldrin hava átt rættindi við Føroyar.

Um tað er so, at politikarar og Løgtingið halda, at tað ger einki um onkur fer á heysin, “tað koma nýggir aktørar uppí”, so sigur hetta sera nógv um hvørja virðing politiska skipanin hevur fyri føroyskum vinnulívsfólkum í fiskivinnuni.

Tey feløg, ið upprunaliga byrjaðu at reka húkaveiðu, eru fyri mismuni og virka undir heilt øðrum fortreytum í dag, enn tá tey byrjaðu. Hetta er fakta og tí mugu Løgtingið og Landsstýrið betra umstøðurnar hjá feløgum / reiðaríum, sum byrjaðu innan húkaveiðu og sum hava verið við til at ment hetta landið.

Tað ber ikki til, at Løgtingið tekur inn rættindi frá ávísum feløgum og so bert lutar nýggj rættindi út til onnur feløg, ið ikki hava teirra vanliga virksemið á Føroyagrunninum.

Einki framkomið samfelag kann viðgera feløg, ið reka fiskivinnuna so ymiskt og halda, at hetta er lógligt, sakligt og skilagott fyri samfelagið.

1 mars 2015      

Nevndin í Felagnum Línuskip

Kelda:24.fo





Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*