G.O. Sars og Magnus Heinason á Havnini aftan á lidnar svartkjaftakanningar

GOSars

Týskvøldið 7/4 kom G.O. Sars á Havnina, eftir loknar svartkjaftakanningar. Fyrr um dagin kom Magnus Heinason inn, eftir at teir vóru lidnir við teirra part av somu kanningum.

MagnusHeinason

Hesar kanningarnar eru partur av árligu altjóða felagskanningunum av svartkjafti sunnan fyri Føroyar, sum ICES skipar fyri. Tey luttakandi londini eru, umframt Føroyar, Noreg, Írland, Holland og Russland. Skipini frá hesum londunum hava kannað økini longri suðuri, t.e. økini vestan fyri Írland og Skotland.

Úrslitið frá kanningunum verður greitt, eftir at tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða roknað síðst í apríl mánað.

G.O. Sars verður liggjandi á Havnini til fríggjadagin 9/4, tá leiðin gongur móti Eysturgrønlandi, har teir fara at kanna streymviðurskifti og meldrar í økinum.

Kelda & Myndir : Havstovan



« (Undanfarna grein)



Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*