Heimurin øvundar okkum.

oli-lassen-klakst

Hetta skrivaði Kjartan Hoydal í einari grein um okkara fiskidagaskipan. Men her heima hava hvørki politikarar ella fiskifrøðingar ella búskaparfrøðingar skilt okkara skipan. 

Í londunum kring okkum og innan EU verður í hesum døgum arbeitt nógv við at fáa burðardyggari skipanir at virka. Londini ásanna nú, at teirra skipan hevur kollsigld og vátta londini at útblaking er ein sera stórur trupulleiki.

Tað hevur verið skelkandi at lisið í útlendsku miðlunum, hvussu nógv tons og hvussu nógvar milliardir krónur av fiski eru kasta aftur í havið. 
Í Føroyum vóru vit noydd av neyð, at gera okkara egnu skipan, ið byggir á burðardygga veiðu og at tað ikki ber til at stýra fiskiskapinum so neyvt sum teknokratar halda og tað ber ikki til bert at fiska ávís fiskasløg uttan hjáveiðu av nógvum ymiskum fiskasløgum. 

Tí fingu vit heimsins bestu fiskveiðuskipan. Hendan skipan er so góð, at tá lítið er til av fiski so lækkar fiskiinnsatsurin samsvarandi, og ber hetta bert til tí vit hava eldri fiskiskip, ið ikki eru so kapitalkrevjandi og tolir húkaflotin nakað av náttúruligum broytingum í náttúruni. Men áhaldandi broytingar í náttúruni við nógvum uppsjóvarfiski og vánaligum gróðri og hækkandi rakstrarútreiðslum tolir húkaflotin tó ikki.

Veiðutrýstið eftir toski og hýsu hevur tey seinastu árini veri metlágt og er ikki neyðugt at greina hetta, men verður gingið út frá, at landsins myndugleikar duga at lesa eina einfalda talvu um buktar fiskidagar í húkaflotanum og harvið brúktu veiðuorkuna hjá línuflotanum og er hetta eisini tað sama sum veiðutrýst, sum ikki skal skiljast sum stovnstrýst. (veiða -æti – temperaturir-tilgongd uppisjóðarveiða v.m.). 

Tað verður so ofta tosa um vísindini, men her verður gloymt, at vísindin hevur rokna skeivt fleiri ferðir tey seinastu árini, og høvdu vit fylgt vísindini, so høvdu vit mestsum ikki fiska tosk og hýsu við Føroyar. 

Ein kann eisini seta tann einfalda spurningin hvør hevur “fiska” lundan. Ella etur lundin tosk og hýsu, ella er tað kanska soleiðis, at makrelur etur toskayngul og sild etur hýsu yngul – orsaka meg, tit kunnu royna at hyggja í leksikon, so síggja tit kanska samanhang millum makrel, sild, hýsu og tosk og tilgongd av botnfiski við Føroyar. 

Rokni við, at tað enn eru politikarar, ið skilja okkara fiskidagaskipan og vóni eg eisini, at húkaflotin kann fáa dagar á djúpum vatni, nú skerjingarfanatisman aftur hevur fingið valdið á teimum sum forvinna sítt dagliga breyð í Løgtinginum. 

Húkaflotin hevur seinastu árini veri í djúpari kreppu orsaka av lækkandi fiskaprísum, øktum rakstrar-útreiðslum, broyttum umstøðum í okkara sjóøkið og ikki av øktum fiskiinnsatsið. Hetta vísir talvan a ovast í hesi grein eisini tíðliga. Línuflotin hevur eisini víst á fleiri møguleikar at betra um veiðumøguleikarnar hjá Línuskipunum við at býta makrel um vit tosk men hetta hevur heldur ikki eyðnast og kunnu vit staðfesta at húkaflotin og línu- og útróðrarmennirnir ikki hava nógvan stuðul í høvuðsstaðnum.

Óli M. Lassen, reiðari grein á 24.fo



(Næstu grein) »



Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*