Sum Vestergaard, so Hoydal

Landing-Tórshavn 003

13 juni 2012 kærdi Høgni Hoydal Jacob Vestergaard til Landstýrismálanevndina. Tað, sum kæran snúði seg um, var Vestergaard-býtið av nýggjum fiskatilfeingi í føroyskum sjógvi millum ymisk í føroysk feløg, tvs millum eigarar av fiskiførum í ymisku skipabólkunum í 2012.

Landstýrismenn koma og fara, so tá Høgni kærir Jacob Vestergaard, so kærir hann í roynd og veru sítt egna embætisverk í Fiskimálaráðnum.

Vestergaard-skipanin í 2010

Í 2010 hevði Vestergaard tað uppfatan, at lógin um vinnuligan fiskiskap gav landstýrismanninum  greiða heimild til frítt at ”avseta” føroyskt fiskatilfeingi sum rættindi til feløg, sum hann valdi út og við teirri treytum sum landstýrismaðurin ásetti.

Hesar heimildir í lógini útgreinar fyrisitingin í Fiskimálaráðnum til politisku skipaninamí einum skjali dagfest 09. nov 2010 (FMR nr. 201000718/2). Fyrisitingin staðfestir, at ítøkuligu heimildirnar eru tvær alllýsingar í lógini av ávikavist einum fiskiloyvi og eini felagskvotu (§ 5, stk. 4 og 6).

Í 2010 var meirilutin á tingi umboðaður av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðar-flokkinum.

 

Makrelsamgongan tekur fyrisitingina av ræði

Í oktobur 2010 kærir tjóveldistingslimurin Torbjørn Jacobsen landstýrismannin Jacob Vestergaard fyri Landsstýrismannanevndini fyri ólógliga fyrisitan í 2010. Tað framgongur beinleiðis, at endamálið við kæruni er, at býtið av føroyskum fiskatilfeingi eigur sambært lógina og Tobba at fara fram undir ”skipaðum” viðurskiftum, nevnliga í kunngerð við heimild í § 9.

Í mars apríl 2011 fer eitt politiskt skifti fram har Kaj Leo nú saman við Javnarflokkinum og Tjóveldi og Framsókn sum stuðilsflokkum  myndaðu meirilutan á Føroya Løgtingi.

Vestergaard/Kaj Leo/Joannes Eidisgaard uppfatanin av viðurskiftum í lógini frá 2010 verður nú politisk koll­dømd/ó­gildað. Tvs. at ein nýggjur meiriluti á Føroya Løgtingi (umboðaður av Kaj Leo/Aksel/Høgni/Poul) nú – men uttanum løgtingið – tekur fyrisitingina í Fiskimálaráðnum av ræði og kolldømir/ógildar eina skipan, sum sambært embætisverkið í Fiskimálaráðnum er galdandi rættur og sum varð nýtt at avseta tilfeingi eftir í 2010.

 

Tobba-skipanin innførd

Í 2011 bleiv tískil Tobba-skipanin innførd. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður føroyskt fiskatilfeingi útlutað og býtt til feløg í kunngerð. Heimildin í lógini, sum nýggi politiski meirilutin – uttanum løgtingið – tvingar ígjøgnum, er nýtslan av grein 9,  í lógini.

Sambært nýggja meirilutanum á Føroya Løgtingið, so var endamáið við hesi áseting (orðaljóðið ongantíð broytt síðani 1994), at landsstýrisnmanninum í hesari grein í lógini frítt verður heimilaður, einsamallur at fordeila atgongdina til føroyskt fiskatilfeingi millum føroysk feløg við teimum treytum sum landstýrismaðurin ásetur.

Tobba-skipanin bleiv innførd í føroyska fiskivinnulóggávu við Kunngerð nr. 85 frá 8. juni 2011.

útróður-2014 146

 

Vestergaard nýtir Tobba-skipanina – Høgni Hoydal kærir

Í 2012 er aftur politiskt valdsskifti og Vestergaard situr aftur sum Fiskimálaráðharri. Hesa ferð tekur hann avgerð um at nýta Tobba-skipanina, sum Høgni saman við Kaj Leo, Aksel og Poul innførdi í 2011. Sjálvandi útlutar og býtir Vestergaard eftir eini Vester­gaard-upp­fat­an í kunngerðini – og sum Vestergaard, sambært m.a. Høgna hevur fulla heimild til.

Hettar hóvaði ikki Høgna Hoydal og 13 juni í 2012 kærir Høgni Vestergaard til Landsstýris-mannanevndina. Í kæruni leggir Høgni ikki fingranar í millum, men framførir m.a.

– avgerðirnar hjá landsstýrinum uppfylla eingi av krøvunum til fyrisiting í einum fólkaræði

og rættarsamfelag

– fyrisitingin er eyðkend av, at har eru ongar lógarreglur og heimildir

– har eru ongar grundaðar siðvenjur

– har er einki gjøgnumskygni

– har einki eftirlit við, at lóg og rættur verða hildin

– sakliga grundarlagið undir avgerðum ikki kann eftirkannast og kærast og

– talan er um tilvildarligar og ymiskar avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini

Harumframt kærir hann táverandi løgmann Kaj Leo fyri brot á sína skyldu sum eftirlitsmyndug­leika.

 

Fiskimálaráðið útgreinar Tobba-skipanina fyri Høgna Hoydal juli 2012

Í samband við kæruna hjá Høgna Hoydal um ólógliga fyrisiting hjá Vestergaard í 2012 útgreinar fyrisitingin í Fiskimálaráðnum í einum skjali dagfest 18. juli 2012 (FMR nr. 12/00747-2) løgliga grundarlagið fyri skipanini, sum Høgni saman við øðrum sjálvur tók í nýtslu í 2011 og sum kom ístaðin fyri ta, sum Høgni saman við Kaj Leo, Aksel og Poul kolldømdu/ógildaðu í 2011.

 

Fiskivinnan undir Vestergaard-skipanina og Tobba-skipanini seinastu seks árini

Seinastu seks árini hevur føroyska fiskivinnan virka undir eini Vestergaard-skipanini í eitt ár og undir Tobba-skipanini, sum Høgni innførdi í 2011, í fimm ár.

Báðar skipaninar Vestergaard og Tobba byggja á ta grundfatan, at lógin um vinnuligan fiskiskap, gevur landsstýrismanninum markleysar heimildir at útluta og fordeila nýtt tilfeingi sum rættindir. Undir bæði Vestergaard-skipanini og Tobba-skipanini er lógin sett úr gildi inntil landstýrismaðurin hevur býtt, tvs ásett hvør skal hava, hvussu nógv og við hvørjum treytum.

Munurin í millum Vestergaard-skipanina og Tobba skipanina er ikki ein ósemja um mark­leysu heimildina hjá landsstýrismanninum at fyrisita tilfeingi, munurin er spurningurin um heimildar-grundarlagið: er tað § 5 og eingin kunngerð (Vestergaard) ella er tað § 9 og kunngerð (Tobbi)? Stutt sagt: Kunngerð ella ikki kunngerð.

Tá Høgni fór í Fiskimálaráðið seinasta heyst segði hann við KVF, at ”upptakið eftir Vestergaard verður øðiligt”.  Tað er ein sannleiki við modifikatiónum!

Alt eftir hvat verður tikið við so vóru undir Vestergaard-skipanini í 2010 uml. 65.000 tons av tilfeingi í føroyskum sjógvi útlutaði og fordeild til føroysk feløg. Eftir Tobba-skipanini vórðu árini 2011-2015 782.000 tons fordeild til føroysk feløg.

Upptakið hjá Høgna verður sostatt eitt upptak eftir eina skipan, sum Høgni sjálvur og ikki Vestergaard var við til at seta í verk í 2011 og sum tað hevur verið umsitið eftir líka síðani.

 

Hvat er upp og niður í Fiskimálaráðnum?

Uppgávan árini 2010-2015 var at fyrisita nýtt tilfeingi. Hvussu skuld tað gerast? Við 18 mánaða millumbili kemur embætisverkið í Fiskimálaráðnum við tveimum ymiskum løgligum frágreið-ingum til politisku skipaina um somu viðurskifti í lógini.

Í nov. 2010 staðfesti fyrisitingarmyndugleikin, at tvær allýsingar av hugtøkum í lógini saman vóru løgliga grundarlagið hjá sitandi landstýrismanni af fyrisita tilfeingi eftir, tvs. áseta og útluta og at áseta at treytir annars, tvs.  løgliga grundarlagið fyri Vestergaard-skipanini.

Í juni. 2012, tvs. 18 mánaðir seinni staðfesti fyrisitingarmyndugleikin, at ein kunngerðarheimild var løgliga grundarlagið hjá sitandi landstýrismanni af fyristia tilfeingi eftir, tvs. áseta og útluta og at áseta at treytir annars, tvs.  løgliga grundarlagið fyri Tobba-skipanini.

 

Hvar er løgtingið?

Hvør av hesum uppfatanunum er røtt? Ella er hvørgin teirra røtt? Løgtingið er í hvussu er tann in­stansur, ið er næstur at hava eftirlit við fyrisitingini. Hetta gevur orsøk til grundleggjandi spurn­ing­ar til løgtingið:

  • bleiv fyrisitingarmynugleikin nakran tíð spurdur, hvussu tað kundi bera til, at hesin innan fyri 18 mánaðir kundi gera tvær ymiskar løgligar frágreiðingar um somu viðurskift í lógini?
  • hvussu tryggjar løgtingið sær, at fyrisitingarmyndugleikin ikki bert gerst longdi armurin hjá teirri til eina og hvørja tíð sitandi fiskimálaráðharra, uttan mun til um hesin eitur Vester­gaard, Dahl ella Hoydal?
  • hvussu tryggjar løgtingið sær, at upplýsingar, sum vinna fram til løgtingið – uttan mun til, hvussu landstýrismaðurin eitur – er haldbart grundarlag hjá løgtinginum fyri støðutakan?

Slík rannsakan krevst ikki bara í mun til fortíðina. Í orðaskiftinum um fiskidagarnar fyri komandi ár var eisini týðuligt, at løgtingsfólk uttan víðari góðtaka tað, ið verður framført av fyrisitingini.

Argir 8. aug. 2016

Óli Jacobsen

 






Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*