Aftursvar til tilmæli frá Havstovuni.

Landing-Tórshavn 034

Eg, Eyðun Hansen  byrjað at sigla í ´74. Og havi siglt við trolara í 25 ár og 20 av teimum, sum stýrimaður/skipari.

Øll vita at tað hevur verið minni av fiski at fáa tey seinastu árini og at fiskaríði eri í uppgongd. Fiskurin sum verður fiskaður nú er feitari og gamalt er, at tá toskurin fitnar er stovnurin í uppgongd. Tað sama vísir seg nú, sum í 1994 tá toskurin kom aftur. Tað byrjaði við at trolarnir fingnu nógvan svartkalva í 1993. Tað sama er nú. Fiskiskapurin eftir svartkalva hevur verið góður í eina tíð og toskastovnurin er í uppgongd.

Á heimasíðuni www.hav.fo  hjá Havstovuni er ein grein frá 03.feb 2015 sum eitur “Save a third for the birds”. Har stendur; “tá føðin hjá sjófuglinum minkar við einum 1/3 minkar talið av pisum brádliga og í nógvum førum gevast fuglarnir við at reiðrast”.  Og “ at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið undir 1/3 av tí, sum hann var, tá ið hann var uppá ta mesta”, “magakanningar vísa, at heldur ikki toskurin hevur ikki fingið fatur í nebbasild”, “Toskuri hevur tó funnið meira nebbasild seinastu árini”.

Tí haldi eg at tilráðingarnar frá Havstovuni, sum mælir til at inndraga allar óbrúktar fiskidagar og inndraga helvtina av fiskidøgum eftir toski, og eisini at steingja fleiri leiðir, eru heilt burturvið. Tað sigi eg, tí teir bara ganga eftir royndunum hjá Magnus Heinasyni. Royndirnar sum Magnus Heinason ger, vísa løgi nokk, ongan vøkstur av toski. Heldur ikki er meiri at fáa á teimum leiðunum sum hava verið stongdar í fleiri ár við tí fyri eyga, at fáa stovnin at vaksa. Alt ímeðan fiskiskipini fáa bæði meiri og feitari tosk enn áður. Leiðirnar sum eru stongdar, serliga norðanfyri og vestanfyri, eru leiðir, har tað altíð hevur veri mest av toski at fingið.

Vitandi er eisini, at um okkurt stórt hál sum er komið inn ímillum í royndunum, verður tað ikki rokna við í hagtølunum. Tá so úrslitini frá Magnus Heinason ikki samsvara fiskarínum hjá øðrum skipum, fáa ICES og politikrarnir eina skeiva mynd av stovninum.

Ein orsøk til at royndirnar ikki vísa vøkstur er, at lemmarnir eru kopieraðir fleiri ferðir síðan fyrst í ´90. Tað skal vera løgi um teir eru góðir. Hvar eru tekningarnar av uppruna lemmunum og hvat vigaðu teir?  Viga teir sum vera brúktir nú, tað sama sum teir fyrstu?

Ein onnur orsøk er óljóð. Tað vera ikki tiknar ljóðroyndir regluliga og Havstovan metir heldur ikki at tað er neyðugt, tí tað hevur ongan týdning.  Tað haldi eg skal vera gjørt hvørt ár, tí Magnus Heinason er gamal og slitin. Øll sum hava siglt við trolara, vita at óljóð frá skipinum styggir fiskin burtur. Óljóð kunnu t.d. koma frá skrúvuni, gearinum, róðrinum, zink sum standa skeivt á róðrinum, el-motorum o ø. Flest allir trolarar hava havt trupulleikar við óljóði. Sum oftast finnur man út av at ein hevur óljóð, tí at fiskiskapurin er ójavnur ímillum trolarar sum fiska á somu leið. Tað tekur bert einar tveir tímar at avprøva og kostar ikki nógv.

Ein triðja orsøk er at tá teir toga. Vísandi til sendingina sum var í KVF 04.12.2014 um Bankatoskin, har liggur trol-veirurin skeivt á trumluni ímeðan toga verður. Hann liggur so skeivt at diameturin á trumlunum  ikki verður líka stórur. Hettar ger at synkroniseringin, sum skal stýra longdina av veirinum sum er úti fær skeivar upplýsingar og veir-teljanin vísir skeivt so trolið blívur drigið skeivt í sjónum.  Eg havi ongantíð sæð veir liggja so skeivt á eini trumlu á nøkrum lemmatrolara sum hjá Magnus Heinason. At veirarnir liggja væl á trumluni, er nakað sum allir menn leggja stóran dent á.

Man kennir til frá partrolarum, at brádliga kann annar báturin fáa nógv minni í trolið. Tá má man gjógnumganga trolið fyri at finna útav hvat er fari út av lagið. Av tí at Magnus Heinason bert roynir aleinaður, hevur hann ongan møguleika at vita um alt er í lagi.

Eitt annað dømið er, at í síðst í ´80 var eg við til at lána eitt rækjutrol sum Magnus Heinason akkurát var komin inn við. Teir høvdu veri vesturi ímóti Íslandsmarkinum og roynt.  Sagt var, at trolið var klárt at brúka, men tá vit so tóku trolið umborð á partrolaran eg var við, vísti tað seg, at av 250 kúlum (floti) mátti 125 skiftast. Hettar, tí tær vóru antin á hol ella brotnar.

 

El- Ninjo

Osmund Justinussen var í morgunsendingini í KVF  9. Juni 2015 og prátaði um, samanhangi ímillum El Nino og fiskiskapin í Norðurhøvum. At tá El Nino er í hæddini er meiri ljós í Norðurhøvum, sum skapar meira gróður, sum aftur skapar meiri æti og meiri nebbasild og betri livilíkindi.  Greinin sigur meiri, enn fiskifrøðingarnir hava funnið útav tey síðstu 30 árini. Øll sum eru áhugaði í fiskivinnu, áttu lisið hesa sera áhugaverd grein.

Tá føðin svíkir, rímur fiskur, hvalur, fuglur, djór og fólk. Sjálvt plantur og trø doyggj tá ongin føði er. So tá føðin hjá toskinum nú er í vøkstri er vón fyri framman.

 

Eyðun Hansen

Vestmanna 22. Juni 2015,

 

 

 

 

 






Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*