Reyðæti kemur upp í sjógvin í apríl

Reyðæti-Havstovan-apr2012-620x264

Les her áhugaverda kunning frá Havstovuni frá 3 apríl 2012. Reyðæti hevur alstóran týdning fyri tey nógvu fiskasløgini, ið liva av reyðæti, m.a. makrelur, sild og flestøll sløg av fiskayngli. Vit á 24.fo fara at venda aftur til hesa kunning í komandi greinum.

“Í hesum døgum (apríl )ferðast reyðæti í stórum tali uppeftir í sjónum. Allan veturin hava tey verið í dvala í djúpum, ísakøldum sjógvi, niðan fyri umleið 500 metra dýpi. Nú várið nærkast, koma tey upp í ljósið og gróðurin fyri at gýta og vaksa. Hetta hevur alstóran týdning fyri tey nógvu fiskasløgini, ið liva av reyðæti, m.a. makrelur, sild og flestøll sløg av fiskayngli.

Reyðæti er smá krabbadjór, einar 2-3 millimetrar til støddar (Mynd 1). Um várið og summarið eru tey uppi í teimum ovastu 100-200 metrunum av sjónum, har tey liva av gróðrinum, nørast og vaksa. Hesa tíðina er tað av stórum týdningi sum føði hjá nógvum fiskasløgum. Reyðæti er høvuðsføðin hjá m.a. makreli og sild, og inni við land er tað harumframt føði hjá m.a. flestøllum sløgum av fiskayngli, nebbasild hvítingsbróðri.

 

reydaeti_mynd1

Nú veturin fer at halla, vakna tey og byrja sína ferð úr dýpunum og uppeftir. Upp til ljósi og gróðurin. Spakuliga gongur, og ikki fyrr enn í seinnu helvt av apríl eru flestu teirra komin upp í teir ovasta 100 metrarnar í sjónum. Mynd 2 vísir eitt dømi um ferðingina uppeftir um várið í føroyskum sjógvi.

 

Mynd 2. Ferðing uppeftir í sjógvin um várið.

 

Tá reyðætið er komið upp ímóti vatnskorpuni um várið, etur tað av gróðrinum og nørist í stórum tali (Mynd 3). Hvussu nógv egg kvenndjórini gýta, er tengt at, hvussu nógv plantuæti tey hava at eta. Vanligt er, at hvørt kvenndjórið gýtir eini 20-40 egg um dagin, men er nógvur gróður, kunnu tær gýta upp í eini 100 egg um dagin. Gýtingin stendur við í nakrar vikur og so doyr kvenndjórið. Avkomið veksur skjótt, og einar 8 vikur eftir at tey eru gýtt, eru djórini vaksin. Tað krevst bæði nógv nøring og skjótur vøkstur, tí nógvir eru fiskarnir, sum eta burturav.

 

Vit eru heppin at liggja í einum øki, har nógv er av reyðæti. Serliga norðan fyri Føroyar er nógv til, og hetta ger, at stórar nøgdir av uppsjóvarfiski savnast í Norðhavinum um várið og summarið.

 

Tá komið er út í juli-august, byrjar reyðæti sína ferð niður aftur í dýpið, fyri at vera í dvala um veturin.”

Mynd 3. Lívsringurin hjá reyðæti.

 

14/04/2015 by in Útvaldar greinar & Vinnutíðindi á 24.fo

Kelda Havstovan apríl 2012



« (Undanfarna grein)



Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*