Línufelagið undrast

eivind80

Hetta skrivaði Felagið Línuskip á Heimasíðuni í januar 2013 vit endurgeva her grein frá linefish.com

 

Formaðurin í Felagnum Línuskip sigur við Linefish.com at teir eru ovfarnir av, at tað ikki eyðnaðist fiskimálaráðharranum at betra veiðumøguleikarnar hjá Línuskipunum nú hann var til kaffifund í Íslandi.

2013-01-16 23:17

Mynd & grein linefish.com
 
Talan er ikki um veruligar samráðingar
Felagið hevur nú í tvey ár roynt at fingið Fiskimálaráðið at býta uppisjóðarkvotur við botnfisk men uttan nakað úrslit. Tað er eingin broyting í nøkrum sigur Hálvdan Gudmundsen formaður. Vit hava havt fleiri fundir við fiskimálaráðið um hetta og hava teir virka jaligir. Í dag kunnu vit konstatera at hetta hava verið fundir uttan innihald frá teirra síðu. Talan er ikki um veruligar samráðingar við Ísland, men bert um ein kaffifund, tí alt longu er avgjørt fleiri mánaðar frammanundan sigur Hálvdan í viðtalu við Linefish.com


« (Undanfarna grein)



Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked as *

*