august, 2016

 

Vísind og eitt íslett av viti og skili

Landing-Tórshavn 003

Eg ætlaði ikki alment at fara inn í hetta kjakið um fiskidagar, ráðgeving og annað. Men í politisku tilgongdini, sum nú er, hevur fleiri ferðir verið víst á: “Hvat skulu vit sum politikkarar gera annað, enn at fylgja vísindini á Havstovuni, sum staðfestir at tað stendur illa til við stovnunum” – og har tað er undirforstaðið, at talan er um heilt eksakta vísindi við heilt neyvum tølum. Samstundis er tað næstan forhánisliga spurt, um tað virkuliga er so gali, at Fiskidaganevndin ikki trýr vísindaligu úrslitunum á Havstovuni. Lat tað verðaLes meira


Sum Vestergaard, so Hoydal

Landing-Tórshavn 003

13 juni 2012 kærdi Høgni Hoydal Jacob Vestergaard til Landstýrismálanevndina. Tað, sum kæran snúði seg um, var Vestergaard-býtið av nýggjum fiskatilfeingi í føroyskum sjógvi millum ymisk í føroysk feløg, tvs millum eigarar av fiskiførum í ymisku skipabólkunum í 2012. Landstýrismenn koma og fara, so tá Høgni kærir Jacob Vestergaard, so kærir hann í roynd og veru sítt egna embætisverk í Fiskimálaráðnum. Vestergaard-skipanin í 2010 Í 2010 hevði Vestergaard tað uppfatan, at lógin um vinnuligan fiskiskap gav landstýrismanninum  greiða heimild til frítt at ”avseta” føroyskt fiskatilfeingi sum rættindi til feløg, sumLes meira