mandag, april 13th, 2015

 

Havstovan: Áhugavert, at makrelurin á Vágsfirði var fullur av brislingi

brislingur-23feb-2015Havstovan-3mars2015

Tíðliga í heyst fiskaðu børn úr Frítíðarskúlanum í Vági nakrar makrelar, sum vórðu sendir norður á Havstovuna til kanningar. Nú er makrelurin kannaður og frágreiðing send børnunum. Hetta skrivar Dennis Holm tann 25. oktober 2011 14:48 á Suðuroyarportalurin. Vit endurgeva greinina her. Eisini er ein onnur grein ið vísir á, at nógvur brislingur eisini var á Vágsfirði februar 2015. Kanningarnar hjá Havstovuni staðfesta, at makrelurin hevur etið stórar nøgdir av brislingi. Onkur makrelur, sum børnini í Frítíðarskúlanum í Vági fiskaðu heili tjúgu brislingar í maganum. Greinin á Suðuroyrportalinum kann eisini lesast herLes meira


Feløg í botnfiskaveiðuni fyri mismuni

Jakup-B

Grein frá 24.fo 03/03/2015 by Óli M. Lassen in Fólk & Samfelag Við førda fiskivinnupolitikkinum verður stórur munur gjørdur á feløgum, ið reka fiskiveiðu. Tey feløg, ið hava bestu rættindini, fáa enn betur rættindi útlutað. Somuleiðis fáa feløg, ið ikki hava tilknýtið til føroyagrunnin, stór og nýggj rættindi útlutað. Samstundis verða onnur feløg, ið eru í kreppu, áhaldandi skerd uttan at fáa munagóð rættindi. Tíðindaskriv frá Felagnum Línuskip Vit í Felagnum Línuskip hava eitt ávíst forstáilsi fyri, at dagar ella kvotur lækka, tá stovnarnir eru lívfrøðiliga illa fyri. Men tá nýggjLes meira


G.O. Sars og Magnus Heinason á Havnini aftan á lidnar svartkjaftakanningar

GOSars

Týskvøldið 7/4 kom G.O. Sars á Havnina, eftir loknar svartkjaftakanningar. Fyrr um dagin kom Magnus Heinason inn, eftir at teir vóru lidnir við teirra part av somu kanningum. Hesar kanningarnar eru partur av árligu altjóða felagskanningunum av svartkjafti sunnan fyri Føroyar, sum ICES skipar fyri. Tey luttakandi londini eru, umframt Føroyar, Noreg, Írland, Holland og Russland. Skipini frá hesum londunum hava kannað økini longri suðuri, t.e. økini vestan fyri Írland og Skotland. Úrslitið frá kanningunum verður greitt, eftir at tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða roknað síðst í apríl mánað. G.O.Les meira